Ein demokratiskur glotti

Oddagrein

Nú ber til veruliga at staðfesta, at fólkaræðið av álvara aftur er komið í hásætið í Chile, nu sosialisturin Michelle Bachelet á valinum sunnudagin varð vald til forseta. Michelle Bachelet er fyrsta kvinna, sum er vorðin forseti í Suðuramerika og ikki í øllum Latínamerka, sum onkur vil vera við. Fyrsta kvinna, sum gjørdist forseti í Latínamerika, var Violetta Chamorro, sum fyri nøkrum árum síðani var forseti í Nicaragua.

Valið av Michelle Bachelet er ein søgulig hending. Tað eru bert tíggju ár síðani einaræðisharrin Pinochet misti valdið eftir drúgva tíð við kúgan og harðræði. Faðir Michelle doyði í fongsli eftir at hava verið píndur eins og so mong onnur demokratisk sinnað fólk í Pinochettíðini. Sjálv hevur Michelle Bachelet verið fangi hjá Pinochetstýrinum og somuleiðis verið fyri torturi. Tað er tí einki minni enn ein stórhending og ein veruligur sigur fyri fólkaræðið, at júst hon nú er vorðin forseti, vald á demokratiskum vali.

Síðan Pinchet varð koyrdur frá fyri 10 árum síðani, hevur eina samgonga av kristiliga flokkinum og sosialistunum stýrt Chile. Hóast hesir báðir flokkar upprunaliga stóðu fjart frá hvørjum øðrum, eitt nú tí at teir kristiligu hjálptu Pinochet at valdinum, so hevur samstarvið virkað og vignast væl. Teir kristiligu fingu jú skjótt at sanna, at eingin politiskur flokkur varð toldur undir Pinochet  heldur ikki teir kristiligu! Teir vendu sær tí,sum frá leið, móti einaræðisharranum. Tí fingu chilenar hesa sjáldsomu, men sera haldgóðu samonguna, sum hvur hildið í tíggju ár. Hetta hevur verið ein sera heppin samgonga, sum hevur megnað at lyfta Chile fram millum fremstu tjóðir í Latínamerika. Hetta er ein mið-vinstra samgonga, og hevur henda samanseting víst seg at vera júst tann politiski myndilin, sum Chile tørvaði. Lívskorini eru batnaði munandi, og Michelle Bachelet hevur nú sett norðurlendska vælferðarsamfelagið sum mál. Alt bendir á, at hetta fer at eydnast henni. Um allan heim fegnast demokratiskt sinnað fólk um valið í Chile. Hetta val er ein veruligur demokratiskur glotti í einum parti av heiminum, har fólkaræðið hevur trong kor og USA støðugt blandar seg og stuðlar einaræði og afturhaldi. Vónandi er valið av Michelle Bachelet byrjanin til eina nýggja og ljósari tíð í hesum parti av heiminum.
Sosialurin