Ein dansistova er sett til sølu

Dansistovan í Sørvági er í hesum døgum lýst til sølu.

 

Talan er um grundøki við ástandandi bygningi – Dansistovan – til víddar sambært tingbókini 862m2, harav vegur 24m2, skriva Sókn Advokatar, sum hava bygningin á sølulista. Um ognina skrivar tey, at hon er í ringum standi og treingir til ábøtur.

– Í sambandi við søluna setir kommunan sum treyt, at bygningurin uttan verður settur í stand ella høvuðsumvældur av keypara innan tvey ár. Verður henda treyt ikki hildin, kann seljari krevja, at ognin skal fella aftur til seljara, skriva advokatarnir.

Upplýst verður eisini, at á ognina er lýstur servituttur um m.a., at økið bert er ætlað til at byggja kvikmynda- og dansihøll á. Eftir samtykt í kommunustýrinum 28. juli 2007 er servitutturin víðkaður til eisini at fevna um matstovu- og frítíðarvirksemi, og at skeinkiloyvi kann útvegast.

Sørvágs kommuna eigur ognina, sum kommunan keypti fyri 650.000 krónur 7. januar í 2019 frá Sp/F Sørvágs Bio.