Leygardagin hittast pensjónistar í hópatali til ein serstakan eldradag í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Talan er um pensjónistar sum eru limir í einum felagi, eins væl og teir sum ikki enn eru tað.
Dagurin byrjar við einum góðum morgunmatarborði, har forkvinnan í eldrafelagnum Borgin, Rosmunda Eldevig Jensen bjóðar vælkomin. Eftir tað flytir borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurd Simonsen fram røðu.
Klokkan 10 er næsta punkt á skránni, tá manskórið Vega fer at syngja, og Frits Johannesen verður gestarøðari.
Eftir hetta verður farið ein túr í býin. Vitjað verður á bókasavninum, Høvdahúsinum og í Piddasa Handli, har Petur Martin Petersen greiðir frá.
Klokkan 13 verður so tann stóri døgverðin, har Fuglafjarðar Sangkór fer at krúddra løtuna við sangi. Á skránni er eisini lutaseðlasøla, sangur og prát, har Poul Jakku fer at undirhalda við harmonikuspæli sínum.
Seinasta punktið á Eldradegnum 2012 eigur Arne Thorsteinsson, sum endar dagin.