Leygardagin 27. oktober skipar Hjartafelagið fyri evnisdegi, har mangt ymiskt verður á skránni. Tiltakið byrjar kl. 10 og endar kl. 15, og í hesum tíðarbili eru bæði limir og ikki-enn-limir vælkomnir at vitja í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.
- Her verður serliga hugsað um fólk við hjartasjúku, pacemakara, hjartastartara og foreldur at hjartasjúkum børnum, sigur Hjartafelagið.
Á evnisdegnum fara yvirlæknarnir Heðin Thomsen og Hans Petur Nielsen at hava fyrilestrar.
Hetta verða kortini ikki einastu framløgurnar, tí fysioterapeuturin Anna Maria Joensen fer at tosa um rørslu og sjúkrarøktarfrøðingurin Amy Ljósheim um hjarta-rehabilitering.
Umframt hetta verður lagt upp til at fólk seta seg niður at tosa saman, bæði tey hjartasjúku, tey avvarðandi og foreldrini hjá hjartasjúkum børnum.
Tiltakið er ókeypis, men av tí at okkurt er til matna er neyðugt við tilmelding frammanundan hjá Jensu Heinesen (tlf. 313422) og hjá Sólvu Dam (tlf. 311259) áðrenn mánadagin 22. oktober.