Verdenspremiere på ny Toyota Auris, øktir hentleikar, nýggjar trygdarskipanir og smálutir í útgerðini. Ein heilt nýggur 1,2 turboløddur við beinleiðis innspræning.
Tann nýggi Auris kemur við broyttum snið, sum broytir bilin fullkomiliga.
Tann nýggi Auris fæst, eins og tann gamli, bæði sum hatchback og stationcar (Touring Sports). Burtursæð frá hesum, so líkist hann ikki tí gamla.
Við helt nýggjum bæði bensin- og dieselmotorum meldar Auris seg inn í dystin um kundarnar um kampakta miðalklassan.
Umframt broytta sniðið er kabinan eisini dagførdin, komfortin er økt, nýggjar trygdarskipanir innbygdar, og heilt nýggjur bensin- og dieselmotorar settir í bilarnar, har fokus er á orku og brennievniseffektiviteti við trygd fyri, at rætta loysnin finst líka mikið, um tú vilt hava bensin, diesel ella hybrid.
Rættiliga nógvir Auriseigarar vilja hava hybrid. Triði hvør seldur Toyota Auris í Danmar var í fjør soleiðis ein bybridbilur, og tað er eingin ivi u, at hybridtøknin av álvara hevur vunnið seg fram í kampakta miðalbilinum hjá Toyota.