Ein dag hendir tann stóra vanlukkan

Øll tey 154 vórðu bjargað, tá ferðamannaskipið Explorer sigldi á eitt ísfjall við Antarktis. Men tey vóru heppin, og soleiðis verður tað ikki hvørja ferð, ávarar ein norskur serfrøðingur

-Tað er bara ein spurningur um tíð, til vit fáa ta heilt stóru vanlukkuna, sigur Knut Espen Solberg. Hann er skipsverkfrøðingur og hevur ferðast nógv í teimum arktisku økjunum.

 

Seinasta fríggjamorgun sigldi ferðamannaskipið MS Explorer á eitt ísfjall við King George Island í Suðuríshavinum. Fýra tímar seinni tók norska skipið Nord-Norge ferðafólk og manning upp.

 

-Tey vóru vát og køld, men høvdu tað annars gott, segði Arnvid Hansen, skipari á Nord-Norge. Men tey vóru heppin, sigur Knut Espen Solberg.

 

-Vit, sum arbeiða í Arktis og Antarktis, eru av teirri uppfatan, at tað er sera vandamikið at sigla við ferðafólki á hesum leiðunum, og avleiðingarnar verða óhugnaligar tann dagin, okkurt hendir, sigur Solberg. Hann heldur ikki, at ferðafólkini gera sær far um, hvussu vandafult tað er at sigla í íshavinum.

 

-Bjargingartænasturnar í hesum økjunum eru ikki fyrireikaðar til stórar vanlukkur. Eitt nú er ikki nóg mikið av tyrlum til at flyta fleiri hundrað fólk. Eitt annað er, at sjókortini yvir hesar leiðirnar eru vánalig, og skipini hava ikki skyldu til at hava loðs umborð, sigur Knut Espen Solberg við NTB.