Ein dýr rundferð

Hevur tú nóg mikið ella kanska rættari sagt ov mikið av pengum, er tað kanska eitt hugskot at bíleggja eina ferð við Jørðina við amerikanska ferðamannaskipinum "Seabourn Odyssey", sum fer í fasta sigling kring knøttin um tvey ár. Tann fyrsta ferðin byrjar tann 2. januar í 2010 og varir eftir ferðaætlanini 108 dagar. "Seabourn Odyssey" er marglætisskip, og tað sæst aftur á ferðaseðlaprísinum. Ein ferð kring Jørðina í 195 fermetrar stórari íbúð kostar góðar 1,2 mió. krónur.