Ein dýr bankabjarging

Tað eru ikki bara føroyskir politikarar, sum noyðast at taka støðu til bankabjargingar. Tað gera politikararnir í Írlandi eisini. Men tað er munur á tølunum. Seinni í dag fer írski tjóðbankin ætlandi at kunngera, at tað fer at kosta millum 29 og 34 milliardir evrur at bjarga bankanum Anglo Irish Bank, sum er í álvarssomum trupulleikum.

Skal ríkiskassin bjarga bankanum, fer tað at hava við sær, at hallið á írsku fíggjarlógini fer at svara til heili 30 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu, skrivar Reuters.

Ein annar írskur banki fær ætlandi tørv á meiri kapitali seinni í ár. Tað almenna eigur 19 prosent av tí bankanum, og ætlanin hjá stjórnini er at tjóðartaka hann.