Nú klokkan 19.45 fer KÍ at spæla heimadyst ímóti Malmø FF í Klaksvík, har tað er útselt. Tað vil siga, at tað vera umleið 1250 áskoðarar kring vøllin.
Fyri einari viku síðani tapti KÍ 4-1 í Malmø. Sammett við liðið fyri einari viku síðani, er ein broyting gjørd á KÍ liðnum. Hon er, at í kvøld er Patrick Da Silva vongverji í vinstru og Claes Philip Kronberg á beinkinum. Fyri einari viku síðani var Claes Philip Kronberg vongverji í vinstru, meðan Patrick Da Silva var á beinkinum.
Nýggir á beinkinum í kvøld eru Hallur Hansson og Jonn Johannesen. Pætur J. Petersen er ikki á beinkinum í kvøld. Í Malmø vóru níggju spælarar á beinkinum. Í kvøld eru tíggju spælarar á beinkinum.
Líkindini at spæla fótbólt í Klaksvík í kvøld eru heilt góð.
KÍ er soleiðis mannað:
Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yambéré, Odmar Færø, Alexander Berntsson, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Albert Ejupi, Kristoffer Ødemarksbakken – Páll A. Klettskark
Á beinkinum: Ari í Haraldstovu Petersen, Deni Pavlovic, Hallur Hansson, Jonn Johannesen, Dan í Soylu, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Joseph Michael Williams, Ahmed Latif og Claes Philip Kronberg