Kevin Schindler hevur gjørt eina broyting frá UEFA Europa Conference League sigrunum móti Budućnost Podgorica. Pætur Petersen, sum beklaði illa í Montenegro, er ikki við frá byrjan, meðan Mads B. Mikkelsen kemur inn.
Teitur M. Gestsson stendur í mál og er liðskipari. Í miðverjuni eru Bartal Wardum og Hørður Askham. Daniel Johansen, sum byrjaði á bonkinum móti 07 Vestur í landskappingini, byrjar aftur í dag. Spurningurin er so, sum tað er Heri H. Mohr ella Mads B. Mikkelsen, sum spæla á høgra bakki.
Heðin Hansen, René Shaki Joensen og Michal Przybylski hava fingið afturval á miðjuni. Adrian Justinussen, sum fekk tvey mál móti 07 Vestur, er á vinstra vongi og Mikkel Dahl er fremsti maður. Sum skilst, so er Dan í Soylu á markinum til at kunna spæla aftur. Hann er á bonkinum, men tað hevur hann eisini verið, tá hann ikki hevur kunnað spælt.
Dysturin byrjar kl. 18 í kvøld, og kann stroymast HER.