Ein breiður motorvegur undir jørð

FARICE-kaðalin er veruleiki. Breið-bandið hjá Føroya Tele, ið byggir á ADSL, er munandi styrkt, tí atgongd-in, støðufesti og skjótleikin á internetinum eru fleirfaldað eftir einum degi

Vit hava fingið ein fleirsporaðan samskiftismotorveg til umheimin, sum gongur líka av meginlandinum til tað einstaka virkið og húskið í Føroyum.

FARICE-kaðalin, sum er lagdur millum Skotland, Føroyar og Ísland, er nevniliga fyrst og fremst ein munagóður bati á okkara uttanlandssamskifti, og hann er ein fleirfalding av ferðini og orkuni á internetsambandinum hjá Føroya Tele umvegis ADSL.

I-net Breiðband frá Føroya Tele nýtir ADSL-breiðbandstøkni, ið arbeiðir nógv skjótari enn bæði ISDN og analogt samband. Sostatt gevur ADSL, sum stendur fyri Asymmetric Digital Subscriber Line, heilt nýggjar nýtslumøguleikar av interneti.

I-net Breiðband frá Føroya Tele er ein munandi tryggari tænasta enn t.d. tráðleyst samband. Talan er um eina fasta linju, ið gongur gjøgnum koparnet undir jørð. Skipanin hevur eina stak høga uppitíð, tað vil siga, at hon er sera sjáldan óvirkin, og so er hon mestsum ógjørlig at avlurta. Tað er eisini ein avgjørdur fyrimunur, at tær ikki nýtist at ringja upp fyri at fáa samband.


Styrktur ryggur
Við nýggja FARICE-kaðalinum er ryggurin í internet-sambandinum hjá Føroya Tele vorðin munandi styrktur. Tað gevur fyrst og fremst meira kapasitet til krevjandi kundar, og ítøkiliga merkist tað við, at størri mongdir av data kunnu sendast, og tað verður skjótari at heinta og surfa á internetinum.

Harafturat økist tryggleikin munandi, tí sambandið hevur fingið ein bakverja. Brýtir FARICE saman, so tekur gamli Cantat-kaðalin yvir. Sostatt er altíð samskifti við umheimin umvegis kaðal, áðrenn var einasta samskiftið við umheimin satelittsamband, tá ið Cantat var óvirkin.

Føroya Tele hevur nøkur av teimum sterkastu fólkunum at arbeiða við interneti, og tað er ein stórur fyrimunur hjá virkjum. Hildið verður eisini eitt vakið eygað við netinum. Um ein kundi hjá Føroya Tele verður útsettur fyri teldusníkum, verður netið stongt beinanvegin, so skaðin verður forðaður ella í ringasta føri avmarkaður.

I-net Breiðband verður bjóðað við ymsum linjuferðum, sum fáast í ymiskum prísum. Tað vil siga, at eitt virki, sum fær sær I-net Breiðband frá Føroya Tele, kann tillaga skipan og prís eftir tørvi.

Samnet til virki
Ein onnur hent tænasta til vinnukundar hjá Føroya Tele er Samnet. Samnet byggir á tøkni, ið avbyrgir flutningin hjá fyritøkuni frá øðrum flutningi hjá Føroya Tele - eisini internetflutningi. Við hesum verður eitt egið net stovnað sum ein afturlatin brúkarabólkur á IP-netinum.

Fyrimunirnir við Samneti eru fleiri: Tað hóskar væl til størri net við nógvurm deildum breiddar út á ymisk øki. Fyritøkan fær gagn av tí høgu rakstrartrygdini á netinum hjá Føroya Tele. Tað er skjótt og lætt at binda í. Høgar og smidligar linjuferðir. Og verandi adressur kunnu brúkast á nærnetunum.

Samnet gevur stóran smidleika. Fólk kunnu eitt nú arbeiða heima við serligum uppgávum, ella tí børn eru sjúk. Eingin munur er at sita heima og til arbeiðis, tí tú koblar teg beinleiðis á netið hjá virkinum.
Stovnað: 1906
Stjóri: Andras Róin
Starvsfólk: 257
Virkisøki: Fjarskifti