- Ein blóðskeiv gongd fyri Fólkaflokkin

Tí valdi Brandur Sandoy at venda Fólkaflokkinum ryggin.

 

##med2##

 

- Orsøkin til, at eg havi tikið hesa støðu, er í fyrsta lagi, at Fólkaflokkurin í Sandoynni ikki er ein partur av ting-ella landsstýrismanning floksins longur. Hetta er kanska høvuðsorsøkin til, at eg havi valt at stungið í sekkin í morgun. 

Tað sigur Brandur Sandoy, sum í fleiri ár hevur umboðað flokkin á tingi, men sum í morgun hevur boðað frá, at hann ikki ynskir at vera limur í Fólkaflokkinum longur.

- Hin orsøkin er linjan í flokkinum - og hvønn veg, Fólkaflokkurin sum flokkur fer í løtuni. Vit síggja ógvuliga týðiliga, at flokkurin verður meira og meira konservativur og øll tey, sum søkja inn móti miðjuni, verða trýst út. 

 

Brandur Sandoy sigur, at hetta er nakað, hann ikki hevur hug til at brúka tíð upp á, sum hann tekur til, tí hetta heldur hann vera ein blóðskeiv gongd fyri flokkin. 

 

- Eg haldi, at tann parturin av flokkinum, sum roynir at hála flokkin meira inn móti miðjuni, so dyggiliga hevur tapt. Eingin ivi er um tað, heldur Brandur Sandoy, sum í dag hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum.

 

Árni Gregersen á FM1 skifti orð við Brand Sandoy í tíðindunum á miðdegi í dag, og prátið kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini ovast.