Ein bilur fór tó út av vegnum millum Hósvík og Kollafjørð. Løgreglan hevði koyrt ein politistrimmul á bilin. Men av tí at bilurin blunkaði við neyðljósunum, hava fleiri fólk ringt á politistøðina at boða frá. Annars veit vaktleiðarin ikki meira at siga um hálkuskaðar.
Spurdur um eldin í pisshúsinum í Mylnugøtu, so kundi vaktleiðarin í morgun greiða frá, at eingin er handtikin.
– Illgruni er til ein persón, men tann illgrunin er ikki enn nóg sterkur til at handtaka og skuldseta persónin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.











