Hetta viðførdi, at fleiri hús har í grannalagnum hava mist streymin. Eingin fólkaskaði hendi.
Hetta skrivar Politiið í kvøld.
– SEV arbeiðir á staðnum og upplýsir, at teir nokk koma at arbeiða nakrar tímar í nátt. Í hesum sambandi skal Heygavegurin gravast av, so nakað av larmi kemur eisini at verða á staðnum.
– Ferðslan á staðnum verður ikki tarnað, men má vísa varsemi, skrivar Politiið.
Kunnað verður her, tá ið arbeiðið er liðugt.