Í morgun var staðfest, at ein gráur Nissan X-Trail frá árgangi 2016 er stolin í Havn.
Í hesum sambandi hevur Politiið nú sent út eina eftirlýsing.
Bilurin er seinast sæddur klokkan 21:30 í gjárkvøldi, altso tann 16. juni. Hann hevur skrásetingarnummar BK230.
– Um tit vita nakað um bilin, vinarliga boða Politinum frá á tlf. 114, sigur vakthavandi á politistøðini.