Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið

Løgreglan hevur í nátt eisini kannað skeinkistøð

Løgreglan hevur í nátt verið úti í náttarlívinum ymsastaðni kring landið, eisini á Eiði, har Heystfagnaður er. Skeinkistøði vórðu kannað, men alt vísti seg at vera í lagi, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun.

– Onkur bardagi var, har løgreglan mátti leggja ímillum, men tað var ikki so álvarsligt, at nakað mál varð skrivað, sigur vakthavandi.

Ein bilførari var máldur at koyra 105 km um tíman millum Fjarða í Eysturoy. Hann fekk eitt klipp í koyrikortið.