Ein bilførari tikin fyri rúsdrekka og ein tikin fyri rúsevni

Í nátt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar í Havn fyri at koyra ávirkaðir. Ein bilførari varð tikin fyri at vera ávirkaður av rúsdrekka stutt fyri midnátt, og stutt eftir midnátt varð ein bilførari tikin afturat, men hann var tikin fyri at koya ávirkaður av hassj.

 

Tá ið hesin bilurin varð steðgaður, varnaðust løgreglufólkini eisini, at okkurt varð tveitt út ígjøgnum ein rút í bilinum, og tá ið løgreglan fór at leita, funnu tey eina lítla nøgd av hassji. So umframt at verða skuldsett fyri at koyra ávirkaður av hassji, verður hann eisini skuldsettu fyri at at bróta lógina um rúsevni.

 

Løgreglan sigur, at hóast vit bara hava 22. januar í dag, er hetta longu fjórðu ferð, at ein bilførari verður tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.