Ein bærilig og góð røða

Høgni Hoydal heldur nýggjársrøðu løgmans vera eina bæriliga røðu, har løgmaður megnaði at brúka ártúsundskiftið til at gera upp støðu Føroya sum tjóð

? Nýggjársrøða løgmans hevði søguligt kjølfesti og lýsti greitt framtíðarætlanir landsstýrissins somuleiðis, sum hon hevjaði seg upp um partapolitiskt kegl.

Høgni Hoydal, varaløgmaður, heldur nógv um nýggjársrøðu løgmans. Hann heldur, at løgmaður í bæruligu røðu sínari megnaði at brúka ártúsundskiftið til at gera støðuna upp hjá Føroyum sum tjóð.


Gott sjónarhorn

Varaløgmaður heldur tað vera eitt gott sjónarhorn at minnast øldina fyri tjóðskaparstríðið. Hetta var nevniliga eitt stríð, ið meginparturin av føroyingunum stóðu saman um, og júst við at standa saman kunnu vit lyfta byrðar, heldur hann.

Eisini er Høgni Hoydal samdur við løgmanni, tá hann tosar um tey mongu menniskjaligu virðini - harímillum kristindómin - ið hava hildið føroyska samfelagnum uppi gjøgnum tíðina. Hesi virði heldur hann vera ógvuliga týdningarmikil, hóast tey ikki kunnu gerast upp í tølum og talvum.


Eingin partapolitikkur

Høgni Hoydal heldur, eins og Jóannes Eidesgaard, at fakfelagsstríðið var líka týdningarmikið sum tjóðskaparstríðið. Men hann heldur, at løgmaður lat vera við at koma inn á júst hetta evnið, fyri at sleppa undan partapolitikki. Tó heldur varaløgmaður, at røða løgmans hevði kjølfesti í verkamannastríðnum, hóast tað ikki beinleiðis varð drigið fram.


Samanhald lyklaorðið

? Boðskapurin í røðu løgmans var eftir mínum tykki, at vit við felags tøkum saman vinna fram á mál. Tað nyttar nevniliga ikki at vera superliberalur, um tú skalt koma nakaran veg sum tjóð.

Viðvíkjandi viðgerðini av framtíðarstøðu Føroya, heldur Høgni Hoydal boðskapin vera tann sama. Hann heldur, at løgmaður fekk sagt, at vit nokk skulu koma á mál í felag við neyðugu stigunum.