Ein bók um indianarar og ein um jødar

Sonne Smith við tveimum áhugaverdum bókum.

Um tað seinasta mundið – í 1997/98 – tá ið Hans Holm, lektari, og Sonne Smith gjørdu tær mongu sendingarnar fyri Útvarp Føroya um øll heimsins lond og fólk, komu teir ásamt um at fremja eitt fleiri ára gamalt hugskot í verki afturat: Søguna um indianararnar.

Sonne Smith hevði nevnt hetta fyri Hans Holm rættiliga ofta og gjørdi so av eftir eina víðfevnda eftirmeting at fara undir røðina, tí hann staðfesti, at við teirri miklu og objektivu vitan, Hans Holm hevði eisini um hetta evnið, fór tað at verða tað higartil einasta føroyska væl skjalfesta, søguliga tilfarið, vit fóru at eiga um ta ómetaliga hugtakandi og tíðum syrgiligu søguna um indianararnar heilt frá landnámi teirra úr Asia til Amerika og til landtøkuna hjá tí hvíta manninum og til okkara dagar.

Frásøgnin er síðani skrivað og útkomin í bók.

Aftast í bókini er ein av heimsins víðagitnastu røðum: Talan hjá Seattle høvdingi. Endurgevingin her er í týðingini hjá Hans Thomsen, ritstjóra. Innanfyri á permuni framman er fløga við taluni hjá Seattle høvdingi. Sonne Smith lesur týðingina hjá Hans Thomsen

Samstundis kemur Søgan um jødarnar útaftur í eitt sindur dagførdum seinna upplagi. Fyrra upplag av Søguni um jødarnar kom út í november í fjør.

Framløga í sambandi við báðar útgávurnar, Søgan um indianararnar og Søgan um jødarnar, verður hósdagin, 1. desember klokkan 15 á Sendistovuni.

(savnsmynd)