Dagurin í dag verður ein avgerðandi dagur fyri pensjónistar, tí tað verður seinni í dag, at Løgtingið skal atkvøða um, antin pensjónirnar skulu hækka næsta ár, ella ikki.
Eftir ætlan skuldu pensjónirnar annars hækka á nýggjárinum. Hetta merkir, at pensjónirnar verða prístalsviðgjørdar soleiðis at tær hækka við somu upphædd, sum prísirnir í samfelagnum annars eru hækkaðir við.
Hetta er fyri at keypiorkan hjá pensjónistum ikki skal lækka so hvørt sum prísirnir hækka, ímeðan pensjónin stendur í stað.
Landsfelagið hjá pensjónistunum sigur, at pensjónistarnir hava brúk fyri hvørjum oyra og hava bíðað alt ov leingi eftir hesum, tí meðan prísirnir á vørum og tænastum hækka hvønn dag, og lønirnar hækka, standa pensjónistarnir í stað og hava gjørt tað í nógv ár.
Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, og siga umboðini fyri samgonguna stutt og greitt, at tey taka undir við málinum.
Minnilutin í nevndini, sum eru Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið. Tey halda, at tað er óskiljandi, at allar sparingarnar hjá samgonguni skulu raka tey fólk, sum hava minst fíggjarligt rásarúm í samfelagnum, sum tey taka til.
Tey siga, at hetta fer at økja um stættarmunin í samfelagnum og fer at gera livikorini enn verri hjá fólkapensjonistum, fyritíðarpensjonistum, einkjum og einkjubørnum, støkum og fólki sum fáa forsorgarhjáp.












