Ein av landsins størstu bilasølum

Tann 4. mai í ár hátíðarhelt fyritøkan, Ivan Johansen Bilar, at 30 ár vóru liðin, síðan bilasølan varð stovnað

 

Virksemið hjá fyritøkuni byrjaði á Láarvegnum í 1971, tá sum Renault umboð.

 

Í 1982 varð flutt í nýggja virkisbygningin við Hoyvíksvegin. Í dag umboða Ivan Johansen Bilar, sum er ein av størstu bilasølum í landinum, bilmerkini Citroën, Mitsubishi, Mercedes-Benz og Chrysler.