Ein arbeiðsmarknaður fyri øll?

Vinnuhúsið, Samtak og Ráðið Fyri Brekað varpaði í desember ljós á paradoksið, at landinum tørvar arbeiðsmegi, alt meðan fleiri eru við skerdum førleika, sum ikki sleppa til arbeiðis

Arbeiðssamleikin fyllir alsamt meira í okkara í okkara samfelagi. Hussu nógv okkara hava ikki upplivað, at fyrsti spurningurin borðdaman ella borðharrin setir okkum er: “Og hvat gert tú?” Í mínum arbeiði sum sosialráðgevi og konsulentur innan arbeiðsmarkanaðarøkið seinastu 12 árini, havi eg tosað við fleiri enn 1000 menniskju. Og tey sum heldur ynsktu at sita hendur í favn enn at arbeiða kundu teljast á einari hond. Nei, at kalla øll ynskja sær at hava okkurt at fara upp til um morgnarnar, ynskja kensluna av at tørvur er á teimum.

Tú og eg, ymsu arbeiðsplássini, yrkisfeløgini og ikki minst politiski lógarkarmurin kunnu og mugu tryggja, at tey sum eru sjúk ella bera brek kunnu koma út á arbeiðsmarknaðin, ella koma út á arbeiðsmarknaðin aftur.

Men um rúm skal gerast fyri øllum á arbeiðsmarknaðinum, eru fleiri ábøtur alneyðugar í politiska lógarkarminum. Føroyski arbeiðsmarknaðurin kann væl rúma okkum øllum. Rúm eigur ikki bert at vera fyri teimum sum megna alt, nei tørvur er sanniliga eisini á teimum sum hava skerdan arbeiðsførleika. Og lat okkum minnast til, at í nútímans samfelagnum er fjølbroytni ein dygd.

Ein arbeiðsmarknaður har rúm er fyri øllum, er nakað av tí eg vil arbeiða fyri, um eg verði vald á Ting.