Hesi orð koma mær til hugs nú eg síggi í bløðunum og í sjónvarpinum um fornaldarskjøl, sum eru komin undan kavi og skulu kollvelta kristnu trúnna. Skjølini talan er um, er eitt sokallað Judasar evangelium.
Deyður maður
skrivar ikki
Eg nevni hetta við vilja sokallað, tí smb. teimum sonnu Evangelistunum í Nýggjatestamenti er lítil ivi um, at Judas onga tíð hevði at skriva nakað evangelii í. Einfalt tí ein deyður maður skrivar ikki. Matteus sigur, at Judas ásannaði at hann hevði bæði sviki og synda móti Jesusi, og sum avleiðing av hesum tók hann sítt egna lív: Matt. 27. 3-5: Tá ið Judas, sum sveik hann, sá, at hann (Jesus) var dømdur sekur, tá iðraði hann seg eftir tí og fór við teimum tríati silvurdálunum aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu og segði: Eg havi syndað, við tað at eg sveik sakleyst blóð. Men teir søgdu: Hvat liggur okkum á tí? Tað fert tú sjálvur at síggja til! Og hann kastaði silvurpeningarnar inn í templið og gekk sín veg; og hann fór burtur og hongdi seg.
Gnostikkararnir sonnu høvundarnir
Teir søgukønu eru í mestan mun samdir um, at tað vóru teir sonevndu gnostikkararnir, sum skrivaðu Judasar evangelium, og er hetta helst hent í aðru øld.
Grikska orðið gnosis merkir vísdómur ella kunnleiki. Gnostikkararnir lærdu, at menniskja við at menna medviti kann finna fram til eina beinleiðis tulking av teimum goymdu dimensjónunum í skapanarverkinum. Gnostikkararnir vildu vera við, at teir umboðaðu tann sanna kristindómin í einari serligari loyndafullari læru frá Jesusi. Gjøgnum ymsar atburðir vildu teir vera við, at tað var møguligt at síggja Guds ríki áðrenn ein doyði. Ein av fyrstu gnostikkarunum var andaligi lærarin og filosoffurin Valentinus, sum virkaði og lærdi í Róm árini 135-160.
Kanna vit eftir hvat gnostikkararnir hildu og lærdu, so er líkskapurin ikki ólíkur t.d. tí hinduisman lærir. Hetta, at ein kann koma í samband við andaliga heimin gjøgnum innhugsan ella meditasjón. Hetta er og hevur altíð verið vandafull læra. Bíblian lærir bert ein samskiftis veg til Guds og hann er bøn. Annar samskiftis vegur enn tann Jesus hevur givið okkum er ólógligur. Jóh. 10.1: Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki gongur gjøgnum dyrnar inn í seyðabyrgið, men fer uppum aðrastaðni, hann er tjóvur og ránsmaður. Hetta orði kann skiljast á ymsan hátt. Í hesum føri kunnu vit siga, tann sum ikki gongur tann vegin til Guds, sum bíblian lærir, og tað er bøn í Jesu navni, hann er tjóvur og ránsmaður. Leita vit annan veg til Guds enn tann vegin Gud sjálvur lærir okkum, so koma vit ikki í samband við Gud, men við illu andarnar og ónda andaheimin. Jesus lærdi okkum, at heilagi andin, sum Gud gevur teimum, sum venda um, skal læra okkum loyndardómirnar í Guds orði. Gnostikkararnir, sum av góðum grundum ikki kundu hava Guds anda, royndu at finna fram til loyndardómirnar í orðinum gjøgnum egið vit og djúphugsan. Ikki heilt ólíkt Jehovas Vitnum nú á døgum. Men hetta ber ikki til. Tú mást taka ímóti Jesusi fyrst eins og Róm. 10.9. lærir. Trúgva á Jesus í hjartanum og játta Jesus sum Harra. Tá hava vit lyftið frá Harranum: Jóh. 14.26: Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum.
Vit kunnu soleiðis staðfesta tað sama, sum kirkjufedrarnir gjørdu, at gnostikkararnir umboðaðu ein bólk, sum fór við rangari læru. Sum enntá gingu so vítt, at teir skrivaðu síni egnu evangelii. Boðaðu ein annan Jesus enn tann sonnu Guds ápostlarnir boðaðu. T.v.s. at teir lærdu annað um Jesus enn tað tey fýra evangeliini í NT læra.
Ranglæra vítt útbreidd í fyrsta árhundraði
Annars síggja vit, at ranglæra var vítt útbreidd longu í fyrsta árhundrað meðan teir flestu ápostlarnir framvegis vóru á lívi. Og sum søgan veit at siga, so gjørdist tað ikki betur. Sokallaða kristna kirkjan gjørdist í mong árhundraðir ein fíggindi at øllum sonnum kristindómi. Sonn kristin hava altíð verið (og tá hugsa vit um kristin sum trúðu og livdu eftir Guds orði), men tey máttu mangan halda til í holum og óbygdum og goyma seg fyri einari kristnari statskirkju, sum fullkomiliga var vikin av leið. Ja, ein kirkja, sum helt hánt um øll Guds boð, eisini 5. boð Tú mást ikki sláa í hel og drap og enntá brendi menniskju livandi á báli. Luther kom í tøkum tíma og fekk beint kristnuna á rætt, men tað er ein onnur søga.
Da Vinci loyndarmáli
Tað er sum um djevulin júst í hesi tíð setir eitt stórálop inn á Guds orð. Og hann brúkar bæði nýtt og gamalt og hann vísir, at hann er lygnari frá upphavi: Eitt annað dømi (umframt Judasar evengelii) um stórálop á Guds orð er bókin Da Vinci Mysteriet eftir Dan Brown. Ein danskur (ikki kristin) ummælari skrivar um bókina: Den er dårligt skrevet, løgnagtig, fyldt med fejl, og den promoverer endnu en absurd sammensværgelsesteori. Kortini at bókin er djúpt blasfemisk so slúkar heimurin hesa bókina rátt og hon selur sum fáar bøkur undan henni og vit undrast. Einum kemur til hugs gamla orðatakið Heimurin vil bedragast! Kortini eiga vit ikki at undrast, Jesus sigur í Jóh. 15.19 um tey sonnu kristnu: Vóru tit av heiminum, tá hevði heimurin elskað sítt egna. Men av tí at tit ikki eru av heiminum, men eg havi útvalt tykkum úr heiminum, tess vegna hatar heimurin tykkum.
Hvør skal siga, ein maður, sum skrivar eina slíka bók, hann er av heiminum og heimurin elskar sítt egna. Tá vit kristnu, sum ikki eru av heiminum boða Guds orð, sum heimurin hatar, so ger heimurin tað, sum natúrligt er, hann hata tað, sum ikki er av honum sjálvum.
Djevulin stigin niður
í miklum móði
Í endatíðslæru sínari (Matt. kapp. 24) sigur Jesus okkum, at vit skulu vænta enn frekari framferð av fíggindanum, so at menniskju enntá skulu stíga fram og siga seg sjálvi vera Kristus. Og her verður ikki talan um sálarsjúk menniskju á stongdari deild, men menniskju sum verða tikin í álvara av mongum.
Matt. 24. 23- 26: Um onkur tá sigur við tykkum: Sí, her er Kristus! ella: har er hann, tá skulu tit ikki trúgva tí. Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp, og teir skulu gera stór tekin og undurverk, fyri at eisini tey útvaldu skuldu verða villleidd, um tað var gjørligt. Sí, eg havi sagt tykkum tað frammanundan. Um tey tí siga við tykkum: Sí, hann er í oyðimørkini, tá farið ikki út hagar; sí, hann er í kømurunum, tá trúgvið tí ikki.
1. Pæt. 5.8: Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. Verið ódruknir, hetta merkir bæði at vera ódrukkin av víni og rúsandi evnum, men eisini at vera andaliga ódrukkin - árvakin. Tíðin er álvarsom.
Opb. 12.12: Fegnist tí, himnar, og tit, sum í teimum búgva! Vei jørðini og havinum! tí at djevulin er stigin niður til tykkara í miklum móði, við tað at hann veit, at hann hevur bert skamma tíð.