Ein andstøðuleiðari við ongum krúti

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður

Tað var ein týðuliga frustreraður andstøðuleiðari, sum mánadagin gjørdi viðmerkingar til nýggjársrøðu løgmans. Tað var sum at síggja ein mann, sum hevðí brúkt alt krútið á nýggjárinum, og sum nú royndi at festa í tey allar seinastu físini.

Men eg skilji hann væl. Andstøðan hevði vónað og væntað, at samgonguflokkarnir ikki fóru at megna at fáa fíggjarlógina samtykta. Tey høvdu vónað, at fíggjarnevndarumboðini hjá samgonguflokkunum fóru at standa spjødd og koma vit fleiri álitum, og tey høvdu eisini vónað, at ávísir samgongulimir fóru at leypa frá, av tí at eingir tunnlar stóðu á fíggjarlógini. Andstøðan royndi eisini av øllum alvi at provokera ávísar samgongulimir við hesum undir orðaskiftinum um fíggjarlógina, men heldur ikki tað eydnaðist.

Og harafturat, so megnaðu andstøðuflokkarnir heldur ikki at standa saman um eitt felags álit til fíggjarlógina. Sjálvt innanflokka stóðu tey ikki saman, og tá atkvøtt varð, vóru tríggjar atkvøður frá Tjóðveldi fyri fíggjarlógini, meðan fimm vóru ímóti. Men kortini tosar Høgni Hoydal nú um at skipa eina savningarstjórn og um breitt samstarv millum samgongu og andstøðu. Eg haldi, at fyrsta treyt fyri at kunna samstarva við onnur er, at ein hevur førleika at samstarva við seg sjálvan.

Í viðmerkingunum til nýggjársrøðu løgmans sigur Høgni Hoydal, at føroyingar eiga at samtykkja eina grundlóg og skipa seg sum sjálvstøðugt land. Tað kunnu vit saktans gera - men tað kostar eina milliard. Frammanundan hevur landskassin eitt undirskot á 800 mió. krónur, so tað kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvaðani hann ætlar at fáa allar hesar pengarnar frá.

Tað er lætt at sleingja um seg við pástandum og tølum, men lat meg taka eitt fekst dømi, sum vísir, hvussu lítlan mun tey einstøku tiltøkini í roynd og veru gera, hóast tey raka meint.

Tá fíggjarlógin varð viðgjørd í løgtinginum, stutt fyri jól, løgdu Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Heidi Petersen og Páll á Reynatúgvu uppskot fyri tingið, um at hækka avgjaldið á bensini og dieselolju til bilar. Hetta skuldi geva landskassanum 33 mió. krónur.

Tað verða eini 12.000 tons av bensini seld í Føroyum árliga, og siga vit, at sølan av dieselolju til bilar er nakað tann sama, so merkir tað, at hvør litur skal kosta í minsta lagið eina krónu meira, um landskassin skal fáa 33 mió. krónur burturúr.

Nú kann onkur siga, at ein króna meira fyri liturin er til at liva við, hóast hon hjá mongum merkist væl, men her mugu vit minnast til, at 33 mió. krónur eru bara 4,1% av samlaða undirskotinum hjá landskassanum, og skulu vit eisini hava blokkstuðulin burtur, so er hetta bara 2,3 % av samlaða tørvinum. Hvussu ætlar Høgni Hoydal so at skaffa hini 97,7 prosentini, uttan at tað rakar teir veikastu bólkarnar í samfelagnum?

Eitt er at fólk kanska kunnu liva við at skula gjalda eina krónu meira fyri hvønn litur av bensini, men klára tey harumframt at gjalda eina eykarokning sum er 43 ferðir so stór?

Eg má undrast á, at tíðindafólk ikki seta Høgna Hoydal henda spurningin, men kanska er orsøkin, at heldur ikki tey taka hann í fullum álvara longur.

Líkamikið hvat vit annars halda um nýggjársrøðuna, um løgmann og um samgonuna, so mugu vit bara enn einaferð staðfesta, at tað finst einki alternativ til verandi samgongu.