Ein altjóða dagur í Nesvík

Tað er helst ikki ov ofta, at fólk úr øðrum londum og heimspørtum hava at hittast her á landi.

Nú verður í øllum førum ein roynd gjørd at bøta um hetta, tá skipað verður fyri altjóða familjudegi í leguhúsinum í Nesvík.

Hesin dagurin verður leygardagin í næstu viku - 16. juni, tá bæði familjur og støk úr øllum londum og mentanum verða boðin hagar.

- Hetta verður ein spennandi dagur fyri øll og við nógvum ymiskum virksemi, lovar Marjan Nielsen, barnaráðgevi hjá Heimamissiónini. Eitt av hesum tiltøkum er maturin. Her verður skipað soleiðis fyri, at tað verður tann asiatiski matarlepin sum stendur ovast á skránni.

Fyri at øll skulu fáa sum mest burturúr verður alt samskiftið á enskum máli.

Sagt verður, at neyðugt er at tekna seg. Tað kann gerast á heimasíðuni hjá Heimamissiónini – www.mission.fo – innan 13. juni.