Ein afturat úr AB til HB

Tróndur Jensen er ikki einsamallur um at skifta frá AB til HB

Niklas Thomsen, sum hevur verið eykamálverji hjá AB og U21 landsliðnum, hevur skift til HB. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum í kvøld.

 

Niklas Thomsen sum er 20 ára gamal hevur spælt 21 dystir fyri AB. Seks av hesum dystum vóru á besta liðnum, og eitt nú var hann millum stengurnar tá HB og AB spældu í august mánaði.

 

- Helst kemur Niklas mest at verða á 1. deildarliðnum, men um alt fløskar seg, hvør veit so um ikki eisini nakrir minuttir eisini verða á besta liðinum, skrivar heimasíðan hjá HB.

 

Niklas Thomsen er annar spælarin, sum skiftir frá AB til HB. Tróndur Jensen skifti fyri kortum til HB frá júst AB, meðan væntað verður, at Kristin R. Mouritsen fer sama veg.