Flutningur
Edvard Joensen
Tórshavn:Sjórin á Atlantsflogi, Magni Arge, er nú nýggjur nevndarlimur føroysku deildini hjá í íslendska skipafelagnum Eimskip.
Magni Arge varð valdur í nevdina fyri Eimskip Føroyar á aðalfundi, sum varð hildin í seinastu viku. Magni Arge loysir Páll Patursson í Kirkjubø av. Páll Patursson legði frá sær av heilsuávum.
Nevndarlimirnir í føroyska felagnum hjá Eimksip eru fýra í tali, sigur Linda Gunnlaugsdóttir, stjóri hjá Eimkip í Føroyum. Teir eru Erlendur Hjaltason og Ingimundur SigurPállsson úr Íslandi, og Høgni Mohr og Magni Arge úr Føroyum.
Eimskip hevur ment seg munandi í Føroyum seinastu árini, sigur Linda Gunnlaugsdóttir. Fyri 14 árum síðan var starvsfólkatalið hjá Eimkip trý fólk, og í dag arbeiða ikki færri enn 26 fólk hjá felagnum, sigur hon.
Nú aðalfundurin varð hildin, og fleiri av stjórunum hjá Eimskip vóru staddir í Føroyum, var eisini móttøka í nýggja bygninginum hjá felagnum, sum samstundis alment varð tikin í nýtslu.
?Vit fluttu annars inn í bygningin 20. december í fjør, sigur Linda Gunnlaugsdóttir, men hava bíðað við almennu móttøkuni til nú.
Talan er um stóran bygning, sum hýsir øllum virksemi hjá felagnum undir sama taki. Nú ber til at heinta og sleppa av við vørur, sum koma ella fara við skipunum há Eimskip, í sama bygninginum. Einki við at ganga í øllum veðri og leita í bingjum út eftir molanum, sum onkuntíð hevur verið.
Eisini hevur Eimksip í hyggju at fara at veita fólki heilt nýggjar tænastur á flutningsøkinum. Eitt nú at hava vøruhotel og distributión fyri fólk og fyritøkur.
?Tað vil siga, greiðir Linda Gunnlaugsdóttir frá, at vit kunnu fara at hava goymslu her á økinum fyri eitt nú smærri fyritøkur,sum ikki hava umstøður til størri goymslurúm. Og so kunnu vit eisini átaka okkum at flyta vøruna víðari til kundan, sum skal brúka hesa somu vøru.
Arbeitt hevur verið, og verður framvegis, við ætlanum um at fáa meira av transitvørum lagdar upp heur í Føroyum, sigur hon. Eitt nú russarafisk, sum russiksu fiskiskipini kundu komið hendan veg við, og síðan latið farmaskipini hjá Eimskip flutt víðar.
Men eins og onnur feløg í Føroyum má Eimskip sanna, at tað gongur heldur striltið, sigur hon. Akkurát hvat tað er, sum ger tað, veit hon ikki fyri vist, men heldur eina orsøk kanska vera, at tað er í so dýrt at umskipa í Føroyum.