Eimskip í Íslandi verður í løtuni kannað av íslendska kappingarráðnum, tí ivi er sáddur um, hvørt felagið hevur hildið upplýsingarskyduna í sambandi við strikingina av dóttirfelagnum Innovate.
Ført hevur verið fram, at Eimskip longu í februar mánaði í ár tók avgerðina um at niðurleggja dóttirfelagið í Bretlandi, meðan avgerðin ikki varð almannakunngjørd fyrr enn í síðstu viku.
Íslendsk bløð ivast í, um avgerðin ikki varð tikin í februar, tí tað sampakkar væl við, at táverandi stjórin, Baldur Guðnason, legði frá sær sum stjóri í Eimskip.
Kappingarráðið hevur ikki tikið nakra støðu enn, men verður komið fram til, at Eimskip ikki hevur hildið sínar upplýsingarskyldur mótvegis partaeigarunum, kann felagið fáa eina bót upp á 50 milliónir íslendskar krónur.
Eimskip hevur gjørt eina langa røð av íløgum seinastu árini, og felagið er tíggjufaldað
seinastu trý árini. Íløgan í bretska Innovate, sum var ein fyritøka við goymslubygningum og lastbilum, var so ein íløga, ið ikki hepnaðist soleiðis, sum Eimskip hevði vónað. Og tí hevur felagið gjørt av at avtaka Innovate.
Ávirkar ikki í Føroyum
Millum mongu dóttirfeløgini hjá Eimskip er eisini Faroe Ship. Men Jóhanna á Bergi, stjóri, sigur, at hendan avgerðin hjá Eimskip ikki hevur nakra beinleiðis ávirkan á gerandisdagin hjá Faroe Ship.
- Tað er sjálvandi altíð keðilig tíðindi, tá neyðugt er at avtaka eitt felag. Men Eimskip er so mikið stórt, at tað ikki í størri mun ávirkar felagið, og okkara gerandisdagur er hin sami, sigur Jóhanna á Bergi.
Hon vísir á, at tað eru so mong íslendsk feløg, sum í dag hava truplari við at útvega sær reiðan pening orsakað av kreppuni á fíggjarmarknaðunum sum heild.
- Partabrøvini eru fallandi, men tað er galdandi í síni heild á børsunum. Fyritøkur hava truplari við at gjalda rokningar, og tað ávirkar allan vegin ígjøgnum, sigur Jóhanna á Bergi.
Hon sigur, at tey hava gjørt rationaliseringar og effektiviseringar í rakstrinum í Føroyum, men at tað einki hevur við avtøkuna av Innovate at gera.
- Har var talan bara um eina íløgu, ið ikki lønti seg sum Eimskip hevði vónað, sigur Jóhanna á Bergi.