Eilif er føddur og uppvaksin í Fuglafirði sum tann fjórði í røðini av tólv systkjum. Foreldrini vóru Steingrím L. Samuelsen og Lena Samuelsen. Bæði foreldrini høvdu tónleikagávur og hetta hevur eyðkent Eilif og hini systkinini, sum altíð hava havt stóran tokka til sang og tónleik.
Í 1952 fór Eilif á háskúla í Haslev og fór síðan á Haslev Seminarium, har hann tók prógv í 1958. Eftir lokið prógv gekk leiðin aftur til Føroya. Fyrsta árið arbeiddi hann sum vikarur í Fuglafirði, og summarið eftir bleiv hann lærari á skúlanum í Hvalvík.
Eilif giftist Katrini f. Hansen úr Saksun í 1956 og saman eiga tey børnini Sigrun (fødd 1956) og Jákup (føddur 1959).
Eilif flutti við familjuni til Havnar í 1965 og starvaðist sum lærari í Kommunuskúlanum. Í 1968 fóru Eilif og Katrin niður til Keypmannahavnar, har Eilif gekk á læraraháskúla. Árið eftir fluttu tey aftur til Føroya og Eilif fekk starv í Venjingarskúlanum har hann starvaðist til hann fór frá vegna aldur.
Eilif hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og hevur tikið lut í nógvum samfelagsligum og mentanarligum arbeiði øll árini. Hann var millum annað formaður í Føroya Lærarafelag frá 19691980 og sat í stýrinum fyri Mentunargrunn Landsins í 18 ár. Hann var bygdaráðsformaður í Hvalvíkar kommunu árini 19631965.
Eilif Samuelsen, sum er av góðum sambandsbergi brotin – abbasonur fyrsta løgmann okkara Andras Samuelsen, trein inn á landspolitiska pallin, tá hann í 1978 varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymi. Hetta var í vælmaktstíðni hjá Paula Ellefsen, sum varð valdur á ting á valinum frammanundan í 1974. Á valinum í 1978 fór Sambandsflokkurin úr 5 upp í 8 tingmenn – flokkurin vaks úr 19,1 prosenti upp í 26,3 prosent – sjálvt um flokkurin ikki slapp í samgongu ta ferðina.
Eilif Samuelsen var afturvaldur í 1980, og tá eydnaðist Sambandsflokkinum at skipa samgongu við Paula Ellefsen sum løgmanni og Eilif Samuelsen sum landsstýrismanni. Eilif Samuelsen varð afturvaldu rí 1988, men fall á valinum í 1990.
Tá Edmund Joensen skipaði samgongu í 1994 vóru aftur boð eftir Eilif Samulsen sum landsstýrismanni. Eitt starv, hann røkti, til løgtingsvalið í 1998.
Seinastu árini hevur Eilif Samuelsen fingist nógv við at týða bøkur. Umvegis egna forlag sítt Hemlið hevur hann higartil givið út fleiri heimsklassikarar á føroyskum. Fyrsta bókin, hann umsetti og útgav, var Játtanir Augustinusar, sum kom út í 2004.
Í nógv ár hevur Eilif Samuelsen verið deknur í Vesturkirkjuni og er tað framvegis.