Mikudagin fekk Eilif Samuelsen, fyrrverandi lærari, løgtingsmaður og landsstýrismaður og núverandi rithøvundur Heiðursgávu Landsins.
– Eilif hevur fingið handað Heiðursgávu Landsins 2023, fyri at hava ført klassiskar bókmentir yvir í føroyskt. Við forlagnum HEMLIÐ, hevur Eilif latið 21 bøkur úr hondum, og allar hesar hava vit á Føroyaprent umbrotið, prentað og innbundið á prentsmiðju okkara.
– Fyrsta bókin, “Játtanir Augustinusar“ eftir Aurelius Augustinus, kom út í 2004, sama árið sum Føroyaprent var stovnað, og samstarvið hevur hildið fram síðani tá.
Soleiðis skrivar prentsmiðja Føroyaprent í heilsan til Eilif Samuelsen.
Samstundis leggur prentsmiðjan síðstu hond á bók nummar 22 frá Eilfi, sum kemur út um stutta stund.
##med2##
– Heiðursgáva landsins verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. At kunna lesa klassikarar sum Platon og Aristoteles á føroyskum er ikki nøkur sjálvfylgja. Tað er ein gáva til okkum øll, og er at takka eldsálini og kappanum Eilifi Samuelsen fyri, skrivar Føroyaprent.
– Vit vilja ynskja Eilif Samuelsen tillukku við Heiðursgávu Landsins og takka vit fyri trúskap og samstarv í mong ár. Vit gleða okkum til tær mongu komandi bøkurnar, skrivar Føroyaprent.
##med3##
Eilif Samuelsen er 89 ára gamal, føddur 22. mai í 1934 í Fuglafirði, har hann vaks upp. Hann er útbúgving lærari frá Haslev Seminarium í 1958. Hann starvaðist sum lærari í Fuglafirði 1958-59, í Hvalvík 1959-65, Tórshavnar kommunuskúla 1965-69 og á Venjingarskúlanum frá 1968-99.
##med4##
Eilif Samuelsen varð valdur á ting á løgtingsvalinum í 1978. Hann varð afturvaldur í 1980 og gjørdist landsstýrismaður í samgonguni, sum varð skipað 5. januar í 1981. Hann varð afturvaldur í 1984 og í 1988. Meðan hann búði í Hvalvík, varð hann valdur í bygdarráðið, har hann sat frá 1963-65.
Eilif Samuelsen er abbasonur Andras Samuelsen, sum var Føroya løgmaður frá 1948-1950.
##med4##
##med5##
##med6##