Eilif Gaard heldur fram sum stjóri á Havstovuni

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur gjørt av at seta Eilif Gaard sum stjóra á Havstovuni. Starvið er tíðaravmarkað í 5 ár fram til 1. apríl 2023, men møguleiki er fyri at leingja starvssetanina í trý ár afturat.

 

Eilif Gaard hevur verið stjóri á Havstovuni seinastu átta árini. Hann er 60 ára gamal og hevur verið í starvi á Havstovuni, síðani hann í 1986 tók prógv í lívfrøði.  Í 2001 varð hann tilnevndur doktari í lívfrøði á universitetinum í Tromsø.

 

Starvið sum stjóri á Havstovuni  varð lýst leyst í januar og tað vóru tríggjar umsóknir til starvið.