Eiler Rasmussen var dómari, tá B36 í gjár vann 3-1 í Klaksvík.
Eitt av stóru samrøðuevnunum eftir dystin var, tá Álvur F. Christiansen fór um koll í B36-brotsteiginum, tá 79. minuttir vóru spældir. KÍ vildi hava brotsspark, men dómarin læt ikki við seg koma.
Lesið eisini: Vide: Her vil KÍ hava brotsspark
10 minuttir seinni punkteraði Adeshina Lawal dystin, tá hann økti B36-leiðsluna til 3-1.
Mikið kjak hevur verið um hendingina, og nú staðfestir Eiler Rasmussen í viðtali við Norðlýsið, at hann átti at dømt brotsspark.
- Tá eg sá nógv umtalaðu støðuna í endanum av dystinum í gjár, so sá eg at KÍ-leikarin fór umkoll. Í samráð við hjálpardómaran metti eg, at B36 leikarin er fyrstur á bóltinum, men video upptøkurnar vísa, at tað var hann ikki. So har skuldi eg havt dømt brotsspark til KÍ. Eg eri ótrúliga keddur av hesum, men fái einki gjørt við tað nú, sigur Eiler Rasmussen við Norðlýsið.