Eiler varð tikin á bóli

Fríggjakvøldið 12. august varð stór føðingardagsveitsla á Hotel Føroyum í samband við at Eiler Jacobsen, reiðari í Havn, fylti 75 ár tann 30. juli 2005

Føðingardagur
Myndir: Magnus Gunnarsson

Í bløðunum, vikuna áðrenn føðingardagsveitsluna, stóð ein lýsing um at av tí at Eiler einki visti um veitsluna og var burturstaddur, vóru tey sum ynsktu at tekna seg til veitsluna biðin um at ringja til nakrar ávísar telefonir.

Tað var nevniliga soleiðis, at øll vistu um veitsluna uttan Eiler sjálvur.
Veitslan byrjaði kl. 19.00, og allir teir yvir 250 gestirnir settust til borðs uttan at síggja nakað til føðingadagsbarnið.

Í hesum sambandi hevði sonurin, Petur, boði familjuni til ein døgurða á matstovuni á Hotel Føroyum fríggjakvøldið. Tá tey koma niðan til hotellið, sær Eiler, at parkeringsøkið er avtakið við bilum, og heldur hann fyri, at her man helst vera okkurt brúdleyp ella onnur stór veitsla. Hini halda tað sama, har man vera onkur stór veitsla.

Tey ganga síðan inn á matstovuna og hyggja seg um eftir plássi, tá konan, Beinta, fer yvir og letur upp hurðina inn í veitsluhøllina og fleiri hundrað fólk stemma í kenda sangin "Eiler Jacobsen, Eiler Jacobsen".
Eiler varð fullkomiliga tikin á bóli og varð heilt málleysur.

Veitslan var væl løgd til rættis við undirhaldi og talum.
Tey sum sungu vóru t.d. Brandur Enni og beiggin Tróndur við sangi og trompet, Tey á Kamarinum - Eyðbjørn og Nicolina saman við Árna Andreasen, harmonikumenninir, Flóvin Jacobsen, Kristian Meitil og Andras Danielsen, Trimpiltrio úr Ebenezer og Tummas Juul Askham, sum siglir við skipum hjá Eiler. Eisini sungu fleiri í familjuni sangir ið vóru gjørdir til høvið.

Nógv nýttu høvið at siga nøkur orð og bera eina heilsu til føðingardagsbarnið, bæði familjan, vinir, umboð fyri stovnar og fiskivinnuna sum t.d. Óli Breckmann, sum hevur skrivað fleiri bøkur um Eiler, Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa, Símun Júst Mellemgaard, Osmund Justinussen, Jákup Sólstein, og Olaf Olsen.

Til seinast segði Eiler nøkur orð og takkaði fyri eina frálíka veitslu.