Eiler er føddur og uppvaksin í Saltangará. Hann er triðelst av teimum níggju børnunum hjá Henny og Jens á Líknargøtu í Saltangará. Liðugur við barnaskúlan fór hann til skips og sigldi í 12 ár, til 1979, tá hann fór at arbeiða sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Frá 1984 til 1993 arbeiddi hann sum maskinførari hjá byggifelagnum Dekkon. Hann arbeiddi á Havsbrún í Fuglafirði frá 1993 til 2001, tá hann mátti gevast vegna sjúku.
Eiler er giftur við Hallbjørg Hansen úr Fuglafirði, tey eiga tvey børn, dóttrina Henny, fødd í 1976, og sonin Arthur, føddur í 1980.
Familjan búði í Saltangará til 1989, tá tey fluttu til Kambsdal at búgva. Fyri stuttum fluttu tey til Havnar.










