##med2##
##med3##
HB hevði eitt grúiligt hoyggj við 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali, men við støðuna 2-2 hildu HB-arnir seg kunna stórfegnast í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat. Pætur Petersen skoraði til tað sum hevði blivið støðan 3-2 til HB, og harvið trý stig. Men so gekk ein løta, og aftaná Eiler Rasmussen, dómari hevði samskift við hjálpardómaran var 3-2 málið hjá HB kolldømt vegna rangstøðu hjá Hørði H. Askham, og vóru HB-arnir sera ørkymlaðir um hetta. Lítla løtu seinni var bríkslað av. Meðan vágamenn stórfegnaðust um eitt kærkomið stig á útivølli í Gundadali vóru HB-arnir alt annað enn nøgdir við hvussu hendan avgerandi støðan fall út.
Men sambært Eileri Rasmussen, dómara so var tað ein røtt avgerð hjá honum og hjálpardómaranum at kolldøma málið vegna rangstøðu.
- Har var rangstøða í tveimum førum, fyrst hjá Øssuri Dalbúð og síðani hjá Hørði Askham, greiðir Eiler Rasmussen frá.
Á ljóðfíluni ovast ber til at hoyra Eiler Rasmussen í samrøðu við reportaran hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig greiða frá støðuni, og frá støðuni tá 07 Vestur fekk brotsspark.