Handil við skipum og loyvum
- Leypa føroyskir myndugleikar framav, verður ruðulleiki í føroysku fiskivinnuni.
Tað heldur Gullak Madsen.
Hann hevur búð í Hirtsals í nógv ár, har hann er reiðari á nótaskipinum, Ruth, sum fiskar uppisjóvarfisk.
Men hóast hann hevur búð í Hirtsals í mong ár, er hann als ikki ókendur við føroyska fiskivinnu. Eitt nú hevur hann siglt við Eiler Jacobsen, tá ið hann hevði Sólborg.
Og hann heldur, at tað er skeivt at fáa ilt av, at Eiler Jacobsen nú hevur selt Krúnborg fyri 350 milliónir.
- Vit skulu minnast til, at føroyingar eiga í dag kvotu í Norðsjónum av makreli, sild og øðrum. Men tær kvoturnar eru ikki komnar av sær sjálvum, staðfestir hann.
- Tær kvoturnar hava føroyingar fingið tí at Eiler Jacobsen og aðrir, fóru undir hendan fiskiskap í sekstiárunum.
- Hesin fiskiskapurin hevur givið okkum søgulig rættindi í Norðsjónum, sum onnur lond ikki hava.
300 milliónir um árið
Gullak Madsen sigur, at eitt kvalifiserað meting er, at hesi rættindini geva føroyska samfelagnum eina inntøku upp á einar 300 milliónir um árið.
- Hetta er ein veruleiki, sum vit ikki mugu gloyma, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað, sum Eiler Jacobsen sostatt hevur gjørt, nú hann hevur selt Krúnborg, er, at selja nøkur søgulig rættindi, sum hann sjálvur hevur útvegað sær og føroyska samfelagnum.
Somuleiðis ásannar Gullak Madsen, at tað stendur í lógini um vinnuligan fiskiskap, at fiskiríkidømið er ogn Føroya Fólks.
- Tað merkir, at fiskatilfeingið er tjóðartikið og tað fær avleiðingar fyri íløgum í fiskivinnuni. Higartil eru kvotur og loyvi seld, men verður álvari gjørdur av at tjóðartaka kvotur og loyvi, fer ongin at gera íløgur í fiskivinnuna.
- Tað sigur seg sjálvt, at ongin fer at gera íløgur í eina vinnu, sum hann ikki eigur.
Tí heldur hann eisini, at tað burturvið at tosa um ein fiskidagabanka.
- Ongin fer at gera íløgur í eina vinnu, sum tú ikki hevur trygd fyri, at tú sleppur at vera í, meiri enn eitt ár ísenn.
- Nú verður nógv gjørt burturúr at lokka føroyingar at seta pening í partabrøv. Men har er tað besta agnið, sum lokkað verður við, at íleggjarin fær avkast av at selja partabrøvini aftur.
- Tað, sum Eiler hevur gjørt, er at hann hevur arbeitt í Norðsjónum í 45 ár og nú hevur hann so selt partabrævið, hann átti í Norðsjónum og fingið avkastið.
- Ongin hevði gjørt íløgur í fiskiskip undir teimum treytum, at tá ið skipið verður, skal seljarin ikki fáa vinningin av sínum partabrøvum.
- Hetta er tað sama, sum Mugabe hevur gjørt, tá ið hann ognartók garðarnar frá teimum hvítu. Tað er bara at hyggja eftir avleiðingunum.
Gullak Madsen sigur, at í Danmark hava tey eisini havt felagskvotur.
- Tað førdi til, at tað komu so nógvir, smáir bátar, at ongin fekk tað at bera til. Men nú er tað broytt til einstaklingakvotur, har hvørt felag hevur sína kvotu á sild og makreli.
- Úrslitið er, at skip og bátar eru keypt fyri høgan prís við tí fyri eyga at leggja loyvi saman. Úrslitið er, at vit nú hava menn umborð, sum sigla ein mánað og havafrí ein mánað og fáa væl burturúr. - Alternativið var, at vit mannaðu skipini við póllendingum og manning úr Baltalondum, sigur Gullak Madsen.
Hann sigur, at nú verður toskurin eisini umlagdur til einstaklingakvotur.
Tí eiga føroyskir myndugleikar at hugsa seg serstakliga væl um og ikki leypa framav, manar Gullak Madsen staðiliga til.