“At siga hann bara er dialysusjúklingur, tað er ov einfalt, tí so sera nógvar aðrar fylgisjúkur hava rakt hann síðani hann gjørdist sjúkur”. Orðini eigur 57 ára gamla Hallbjørg Hansen. Seinastu 15 árini hevur hon staðið við liðina á 62 ára gamla Eiler á Líknagøtu og saman eru tey farin gjøgnum tað, sum tey bæði umrøða sum eitt ómenniskjaligt tíðarskeið. Hendan dagin vit hittast til eitt prát, er ein av góðu døgunum hjá Eileri. Hann orkar betur í dag, enn hann ger aðrar dagar. Ein stór orsøk til tað er, at í dag sleppur hann undan at fara í dialysu. Men gongur ov lang tíð millum dialysurnar, so fyllist Eiler við vætu, og gerst sera ússaligur.
-Eg eri avhengigur av dialysunum, men eg orki betur at liva teir dagarnar eg sleppi undan, sigur høgi, prúði maðurin, sum í dag einki nýra hevur í kroppinum.
Í Vikuskiftis Sosialinum í dag kanst tú lesa longri samrøðu við Eiler á Líknargøtu. Eisini kanst tú lesa stórt tema um filmsvinnu. Politiska analysu av tí, sum hendi í Løgtinginum, tá ið uppboðssølan var til triðju viðgerð mikudagin. Og serstøk reportaga er at lesa í blaðnum hesaferð, um lívið sum fangi í Mjørkadali.
Vikuskiftis Sosialurin kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.