Eiler: Frálík tíðindi

Fyrrverandi rokskiparin Eiler Jacobsen er júst heimkomin av sildatúri í norskum sjógvi og fegnast um tíðindini, at sildin aftur hevur gýtt í føroyskum sjógvi

Er tað nakar, ið kennir til sildina, so er tað reiðarin og fyrrverandi rokskiparin Eiler Jacobsen. Hann er júst heimkomin av sildatúri við Krúnborg, har hann hesaferð var mynstraður sum ferðafólk.

­ At sildin aftur gýtir í føroyskum sjógvi er so avgjørt ein stór hending, sigur Eiler Jacobsen.

Á sildatúrinum í norskum sjógvi hevði Krúnborg eitt hál upp á eini 700-800 tons. Og hóast nógv ár sum rokskipari, var hetta næststørsta hálið Eiler nakrantíð hevur verið við til at fingið.

­ Nú sildin aftur er komin í føroyskan sjógv, kann hetta gerast vanligt í sildafiskiskapinum við Føroyar um várarnar, leggur hann aftrat.


Gamla mynstrið

Eiler Jacobsen roknar við, at nú sildin hevur gýtt í stórum tali við Føroyar, er hon í holt við at taka gamla ferðamynstrið uppaftur.

­ Um soleiðis verður, stendur sildin norðan fyri Føroyar um summarið, sigur hann.

Og tað kann meira enn so verða, at vit aftur fáa góð sildaár, sum tey miðskeiðis í sekstiárunum. Tá var hann nevniliga mitt í rokanum.

­ Vit sigldu við 10 míla ferð og tað tók okkum einar 4 tímar at koma ígjøgnum sildatorvuna, so tú kanst ætla, at nógv var til. Tað veruliga kókaði av sild, sigur Eiler Jacobsen.Í Leipzig økinum búgva hálv onnur millión, og øll liðini, sum teir høvdu við í kappingini, eru langt síðani send til hús, staðfestir føroyski venjarin, og tað sær út til, at tey aðra staðni í Týskalandi halda tað sama sum hann. Fyri ungu menninar verður møguliga ferðin til Køln komandi ár ein stór gularót. Tað er einki at ivast í!

Uttan mun til hvussu tað gekk seinnapartin í gjár, so kemur føroyska liðið aftur til Føroya í morgin. Semifinlurnar og finalan verða spæld í dag.

jh