Tað gekk væl hjá møblahandlinum Eikini á Argjum í fjør. Ársúrslitið gjørdist 995.000 krónur, sum er næstan tríggjar ferðir so nógv, sum árið fyri.
Bruttovinningurin hjá Eikini var 5,1 milliónir krónur, og handilin hevur goldið lønir fyri 2,8 milliónir krónur.
Eginpeningurin hjá P/F Eikini er nú 5,9 milliónir krónur.
Umframt at halda til í gamla spinnarínum í Sandá á Argjum hevur Eikin eisini handil í gomlu politistøðini í Jónas Broncksgøtu í Havn.
Stjóri í P/F Eikini er Tummas Jákup Høj á Strondum
Í nevndini eru
Birgit Breckmann, sum er nevndarformaður, Gunnar Breckmann og Tummas Jákup Høj.