Eik væntað tap á 121 milliónir

Eik Banki Føroyar kunngjørdi í morgun fyrsta kvartalsroknskapin hjá nýggja bankanum, og hann vísti eitt hall á 121 milliónir krónur.

Men hetta var væntað. Vit yvirtóku eina rúgvu av deyðvekt frá gamla bankanum, og í fjórða ársfjórðingi niðurskrivaðu vit 214 milliónir krónur av skuld bankans. Vit yvirtóku eisini eina skuld á seks milliardir, og har hava vit megnað at gjalda tær fýra milliardirnar aftur, sigur Súni Schwarts Jacobsen, forstjóri í nýggja bankanum.

Tíðin síðani TF Holding yvirtók 70% av Eik Banka frá Finansiel Stabilitet er fyri tað mesta nýtt at tillaga bankan til nýggja veruleikan.

Vit reka nú bert bankavirksemi og bert í Føroyum. Vit hava slept øllum øðrum virksemi so sum at gera íløgur í og eina fyritøkur, heilt einfalt tí, at vit ikki meta tað vera okkara virkisøki, sigur Súni Schwartz Jacobsen.

Gjaldførið hjá bankanum er sera gott, heilar tríggjar ferðir tað lógarásetta kravið, og solvensurin er eisini sera góður, 21,3%.

Vit hava niðurlagt deildir og sagt starvsfólkum upp, so nú er bankin trimmaður til tann veruleika, sum vit eru í, sigur Sùni Schwart Jacobsen.

Hann heldur samstundis, at útlitni nú eru góð fyri restina av árinum, sum hann væntar fer at vísa eitt avlop á millum 20 og 30 milliónir krónur.

Tað merkir, at vit fara at fáa hallið fyri alt árið 2011 saman við seinasta ársfjórðingi í 2010 niður á 90 til 100 milliónir krónur, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka Føroyar.