Eik roknar við undirskoti

Lægri grundrakstur og øktar niðurskrivingar, serliga á danska marknaðinum, merkja hálvársúrslitið hjá Eik-samtakinum. Roknað verður halli fyri 2009 upp á 25-75 milliónir.

.

- Sjálvandi er ikki nøktandi at staðfesta undirskot av virkseminum. Kortini kemur hetta ikki óvæntað, tí sjálvtarnir í heimsbúskapinum hava verið ógvisligir, og stór óvissa er framvegis um búskapargongdina. Tó eru tekin um at neiliga rákið á altjóða marknaðinum er við at venda, og tí vænta vit yvirskot komandi ár.

Hetta sigur forstjórin í Eik Banka, Marner Jacobsen, í sambandi við, at Eik-samtakið hevur almannakunngjørt roknskapin fyri fyrra hálvár 2009.

Hann leggur dent á, at Eik Banki hevur bundið um heilan fingur við at søkja um Bankapakka II. Danski dótturbankin hevur longu fingið slakar 300 mió. kr. úr Bankapakka II.

- Tí er solvensurin hjá samtakinum styrktur til at taka møguliga afturgongd, sigur Marner Jacobsen, forstjóri.

Grundraksturin er minkaður við 106,9 mió. kr. í mun til fyrra hálvár 2008, og høvuðsorsøkin er, at nettorentuinntøkur og ómaksgjøld eru minni enn fyri ári síðani. Serliga í Eik Bank Danmark eru inntøkurnar víkjandi, meðan støðan á føroyska marknaðinum er støðugari.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting eru minkaðar góðar 22 mió. kr. í mun til fyrra hálvár í fjør.

Niðurskrivingarnar eru øktar góðar 50 mió. kr. í mun til 1 ársfjórðing. Við hálvárið eru tær 203,1 mió. kr., men hetta er framvegis væl lægri enn í 4. ársfjórðingi í fjør, tá niðurskrivingarnar vóru 452,7 mió. kr.