Eik letur fýra deildir aftur og verða 16 fólk uppsøgd. Talan er um deildirnar í Hornabø, Kollafirði, á Strondum og Ungdómsdeildin í Havn, sum lata aftur í september.
Hetta merkir, at Eik, sum við ársbyrjan hevði 15 deildir kring landið, nú kemur niður á 9 kundadeildir umframt høvuðsdeildina. Tvær lótu aftur í februar, og nú lata so fýra deildir afturat aftur. Harafturat verða upplatingartíðirnar í Vestmanna broytt, soleiðis at opið bert verður seinnapart.
Broytingin hevur við sær, at samlaða starvsfólkatalið minkar við 26 heiltíðarstørvum. 16 fólk verða loyst úr starvi, onnur fáa boðið starv við styttri arbeiðstíð, tíðaravmarkaðar setanir verða ikki longdar og restin er natúrlig frágongd.
Virksemið á Ungdómsdeildini verður ikki niðurlagt, men verður ein partur av deildini í Sverrisgøtu í Havn, boðar Eik frá.
- Tað er altíð harmiligt at skula fremja slíkar broytingar, og at siga dugnaligum starvsfólkum úr starvi, men hetta eru neyðug stig til tess at fáa samsvar millum bygnaðin í bankanum og tann veruleika, sum bankin nú virkar í, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.
Eftir broytingina verða 177 fulltíðarstørv í Eik í mun til 235 tann 1. oktober 2010.











