Eik leiðslan í rættin í morgin

Marner Jacobsen, Bjarni Olsen og Odd Bjellvåg, ávikavist stjórar og nevndarformaður í gamla Eik Banka møta í rættinum í morgin klokkan 11.

Marner Jacobsen, Bjarni Olsen og Odd Bjellvåg, ávikavist stjórar og nevndarformaður í gamla Eik Banka møta í rættinum í morgin klokkan 11.

 

Teir tríggir hava millum annað stenvt Tryggingarfelagnum Føroyar, sum ikki vil gera ábyrgdartryggingina hjá teimum í sambandi við húsagangin hjá Eik Banka galdandi.

 

Talan er um fyrireikandi rættarfund. Odd Bjellvåg hevur stevnt Tryggingarfelagnum Føroyum í tí sum eitur »borgerlig sag, almindelig civil sag/betalingspåkrav«. Odd Bjellvåg var næstformaður í nevndini í Eik Banka og gjørdist formaður síðstu vikurnar, tá stjórarnir og nevndarformaðurin, Frithleif Olsen, vórðu koyrdir frá. Advokatur hjá Odd Bjellvåg er Morten Samuelsson.

 

Málið hjá Marner Jacobsen hevur sama heitið. Hann stevnir Tryggingarfelagnum Føroyum og AIG Europe Ltd. Sakførari hansarar er Henrik Christrup, advokatur.

 

Eins og hjá hinum báðum er rættarmálið hjá Bjarna Olsen »borgerlig sag, almindelig civil sag/betalingspåkrav«.

 

Bjarni Olsen stevnir Tryggingarfelagnum Føroyum og AIG Europe Ltd. Advokatur hjá Bjarna Olsen er, eins og hjá Odd Bjellvåg, Morten Samuelsson.