Eik lækkar aftur rentuna

Útláns- og innlánsrentur í Eik verða nú lækkaðar, eftir at Tjóðbankin hevur lækkað leiðandi rentuna. Men sum áður lækkar rentan á innláni meir enn á útláni Í kjalarvørrinum av rentulækkingini hjá Tjóðbankanum tann 19. desember lækkar Eik Banki nú flestu útláns- og innlánsrentur.

Men sum herfyri, so lækka innlánsrenturnar meir enn útlánsrenturnar. Tað merkir, at sokallaði rentumarginalurin - munurin millum innláns- og útlánsrenturnar - hækkar, og harvið trygggjar Eik sær størri rentuinntøkur.

Flestu útlánsrentur lækka 0,25 prosentstig, og flestu innlánsrentur lækka 0,50 prosentstig. Hetta merkir millum annað, at rentan á 1. veðrættarlánum kemur niður á 6,75 prosent um árið.

Realkredittlán verða ikki ávirkað av hesi rentulækking, og rentutillagingarlán eru framvegis bíligari enn 1. veðrættarlán.

Rentulækkingin fær gildi tann 2. januar 2009.

Seinasta rentubroyting í Eik var hósdagin 11. desember 2008.