RENTUBROYTING
Í kjalarvørrinum av rentulækkingini hjá Tjóðbankanum tann 4. desember lækkar Eik Banki nú flestu útláns- og innlánsrentur. Men eins og Føroya Banki longu gjørdi fyri nøkrum døgum síðani, brúkar Eik Banki samstundis møguleikan at vaksa um rentumunin millum innlán og útlán, og hetta merkir sjálvandi størri rentuinntøkur til bankan.
Flestu útlánsrenturnar lækka 0,25 prosentstig og flestu innlán lækka 0,75 prosentstig. Altso er í høvuðsheitum talan um at lækka renturnar á útláni eitt hálvt prosentstig minni enn á innlánum. Tað merkir, at sokallaði rentumarginalurin, sum er grundarlagið undir inntøkum bankans, veksur, og harvið vaksa rentuinntøkurnar hjá Eik á sama hátt, sum inntøkurnar hjá kappingarneytanum, Føroya Banka, eftir at hesin hevur gjørt tað sama.
Rentan á 1. veðrættarlánum hjá Eik kemur niður á 7,0 prosent um árið. Hóast rentan á 1. veðrættarlánum nú er niðri á 7,0 prosentum um árið, eru realkredittlánini frá Eik munandi bíligari. Til dømis er rentan á einum rentutillagingarláni, tí sonevnda RTL2-láninum – tað vil siga rentan, ið verður ásett aftur í desember 2010 – í løtuni beint omanfyri seks prosent um árið.
Tað merkir, at sokallaðu RTL2-lánini í løtuni eru knapt eitt prosentstig lægri enn rentan á teimum vanligu bankalánunum við 1. veðrætti, ið føroyskir bankar vanliga hava veitt. Eik Banki ger vart við, at fyri uttan at vera bíligari, eru realkredittlán eisini tryggari enn vanlig 1. veðrættarlán, tí rentan kann læsast fast í stutt ella long áramál. Harvið er lánarin vardur móti framtíðar rentubroytingum á einum óstøðugum marknaði, skrivar Eik Banki.