Tað er í løtuni líkt til, at søgan um kollsiglda Eik Grunnin fer í søguna óskrivað.
Hóast landsstýrismaðurin í vinnumálum biður um eina góða millión krónur í eykajáttan, soleiðis at Skráseting Føroya kann gera eina sonevnda gransking av Eik Grunninum, so sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum nei.
Tað var í november 2011, at Skráseting Føroya setti í verk granskingina av Eik Grunninum, men arbeiðið er fyribils steðgað upp eftir fyrstu, innleiðandi kanningar. Skrásetingin hevur eftirlitið við vinnurekandi grunnum, og granskingin varð sett í verk fyri at lýsa leiklutin hjá grunninum, tá Eik Banki fór av knóranum, 30. september 2010.
Kanningin, granskingin, er mett at kosta 1,5 millión krónur. Innleiðandi kanningarnar higartil hava kostað stívliga hálva millión.
Írestandi milliónin er við í eykajáttanini fyri apríl. Men í sínum áliti mælir meirilutin av fíggjarnevndini til at strika eykajáttanina til endamálið.
Í síni grundgeving fyri ikki at játta pengarnar sigur meirilutin í fíggjarnevndini millum annað:
- Nevndin heldur, at ein gjøgnumgongd av teimum frágreiðingum og kanningum, ið longu eru gjørdar, skal staðfesta, um grundarlag er fyri, at ein gransking verður sett í verk, og eigur leikluturin hjá føroyskum myndugleikum at vera partur av kannningini.
Fíggjarnevndin sigur seg hava fingið upplýst, at áheitanin hjá Fíggjarnevndini er ikki tikin til eftirtektar. Meirilutin heldur tað tí ikki vera rætt at játta fleiri pengar, tá hendan kanning enn ikki er gjørd.
Ella, sagt við øðrum orðum, fíggjarnevndin vil hava eina kanning av verandi kanningararbeiðið, áðrenn nevndin vil játta pengar til at gera kanningina lidna.
Løgtingið varð ikki liðugt at viðgera eykajáttanina fyri apríl. Undir 2. viðgerð í gjár varð eykajáttanin beind aftur í nevnd, og 2. viðgerð heldur tí fram ídag.
Andstøðan mælir løgtinginum til at ganga umbønini hjá landsstýrismanninum á møti og játta eina millión krónur afturat til Skráseting Føroya.










