Eik hevur endurfíggjað alla skuld

Eik Banki hevur nú endurfíggjað alla skuld, sum fellur til gjaldingar í ár og komandi ár. Eik Banki hevur í seinastuni verið sera aktivur og hevur útskrivað lánsbrøv fyri fýra milliardir krónur, sum verða nýttar sum gjaldføri fyri at endurfíggja alla hesa skuldina

16. mars 2010 fekk Eik samtakið møguleika at lána upp til 9,1 mia. kr. við trygd frá danska statinum. Hetta var í samband við bankapakka II.

Fyri Eik Banka í Føroyum var talan um ein veðhaldskarm á 6,6 mia. kr. Danski dótturbankin, Eik Bank Danmark, fekk tillutaðan ein veðhaldskarm upp á 2,5 mia. kr. við statsveðhaldi.

Eik Banki hevur við teimum trimum lánsbrævaútgávunum, sum vórðu børsfráboðaðar 22. juni, útvegað sær gjaldføri til at endurfíggja alla langfreistaða seniorskuld, sum fellur til gjaldingar í 2010 og 2011. Eisini Eik Bank Danmark er um at verða liðugur við sínar endurfíggingar.

Marner Jacobsen, forstjóri í Eik, sigur at hetta merkir, at gjaldførið er sera gott og tað er til gagns fyri viðskiftafólk, partaeigarar og lánveitarar.