Bankarnir eru dømi um stovnar, sum hava fingið sær slík fólk, og eitt beinleiðis úrslit av tí var, at bankarnir ikki longur hækkaðu renturnar. Nei, tá rentan hækkaði, æt tað, at bankin »tillagar rentuna«, men tá rentan lækkaði, so var rentan »lækkað«.
Onkur vildi sagt, at hetta er at kasta torvmold í eyguni á fólki. Men í øllum førum talar tað fyri seg.
Men tá Eik Banki í morgun kom út við boðskapinum um, at bankin hækkar rentuna – tilfeldigvís til tað sama sum BankNordik, so er nýggja bankaleiðslan tó so fræg, at hon sigur sum, er »Eik Banki hækkar rentuna«.
Rentan á sethúsalán frá Eik Banka hækkar úr 4,75 prosentum upp í 5,1 prosent, og rentan á bíligasta billáninum hækkar úr 5,0 prosentum upp í 5,25 prosent.
Rentan á nærum øllum innlánskontum hækkar við 0,25 prosentum. Á kapital- og lutapensjónsuppsparingum hækkar rentan tó fyri nøkur við 0,50 prosentum.
Hægsta innlánsrenta er enn á ávikavist 1 ára og 2 ára fastrentukontunum, har til ber at fáa upp í 2,60 prosent. Setast kann inn á fastrentukonturnar inntil 15. juni 2011.