Eik Grunnur og fiskivinnulóg í tinginum

Í dag eru tvær løgtingsnevndir til arbeiðis, hóast regluligur tingfundur ikki er aftur fyrr enn mánadagin.

Í dag eru tvær løgtingsnevndir til arbeiðis, hóast regluligur tingfundur ikki er aftur fyrr enn mánadagin.

 

Grein 19 nevndin, sum er sett at kanna Eik Grunnin, fór á fund klokkan 8:30 í morgun.

 

Vinnunevndin hevur úr at gera, tí hon skal viðgera uppskotið um lóg um vinnuligan fiskiskap, sum skal avgreiðast í løgtingini fyri 1. september.

 

Vinnunevndin møtti klokkan 10:15 á fundi. Klokkan 10:30 kemur Reiðarafelagið á fundin at greiða frá sínum sjónarmiðum. Og síðani koma Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið.

 

Vinnunevndin skal eisini hitta fiskidaganevndina og Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, sum hevur Havstovuna og Vørn saman við sær á fund.