…-Eik-eftirljóð

Á síðispori bíða – við væntanum stóru,
í sorgarleiki og í fíggjarorrustu vóru,
bæði høg og lág, bæði stór og smá,
vit nýggjar tónar í nevnd og leiðslu vildu sjá

Í vónbrotni nú síggja hvussu leikur fer
við kallum, valdi og í gyrndarverð
Tit brikkarnar flyta, sum í barnaleiki,
djúphugsni, álvara, kvalitet – til síðis tveitið!

Um menniskja egnað er fæi at stýra,
um mátturin veldugur - eins og mín hýra,
Vit syngja øll saman, ”tit ikki forstýra!”
við lagi Gadaffi’s, í dansin at trína

Um moral, etikk og forrætningsvirðir
‘ein býur í Russlandi’ – vit uppliva,
Uttan hjarta, sál og felagsanda,
tað kunda leiða má á ’avskjeðstanka’

Tí vit jú eisini hava makt,
um bara VIT ganga saman í takt
Hugsið tykkum!
-fylgjast saman um stóra takið,
og í máttloysi venda tykkum bakið

Tí hvør av øðrum liva má,
so kvæðið skaldið fræga tá,
Má virðing, eyðmýkt og kærleiksbrá’,
verða samfelag’, yrkisleið og næstra hjá!.

Av mistøkum eiga og skulu vit læra,
og byggja upp aftur arbeiðspláss kæra
Í húsinum átti eg ríkar løtur
Tí hjartamál – á støðu beri bøtur!